Faroe Islands SUSTAINABLE FISHERIES

Verkætlanir

FISF coordinates projects, conferences, and reports, which are relevant for sustainable fisheries in the Faroe Islands.

Árinskanning av fiskiskapi á sjófugl​

Marine Stewardship Council (MSC) hevur í síni góðkenning av føroyskum fiskiskapi á føroyaleiðini sum burðardyggan sett sum treyt, at vinnan saman við Havstovuni ger eina árinsgreining av ávirkanini av fiskiskapi á hótt djórasløg, serliga sjófugl. Neyðugt er tí at fáa til vega hagtalstilfar, sum vísir støðuna og gongdina í stovnunum hjá hesum hóttu fuglasløgum. Av tí at slíkt hagtalstilfar ikki er tøkt, hevur MSC ikki kunna givið eina treytaleysa góðkenning av føroyskum fiskiskapi eftir botnfiski undir Føroyum.

Vandi er tí fyri, at føroyski fiskiskapurin missir sína MSC-góðkenningar, um stig ikki verða tikin til at fáa til vega nøktandi hagtalstilfar til at gera hesar árinsgreiningar.

Harumframt fær føroyska fiskivinnan javnan krøv frá øðrum altjóða djóraverndarfelagsskapum um at hava betri hagtøl og gransking av støðuni hjá hóttu djórasløgunum í Føroyum.

Aktørar í fiskivinnuni hava við stuðuli frá Fiskvinnuroyndum tikið stig til at stovna felagið Sustainable Fisheries Faroe Islands (FISF), sum saman við Havstovuni, kemur at standa fyri hesi forkanning til eina granskingarverkætlan.

Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur eftur reyðsprøku og tungu undir Føroyum

FISF hevur váttað at veita viðfígging til Havstovuna uppá kr. 100.000  um árið fyri árini 2021 til 2024 og at luttaka í stýrisbólkinum.

MSC og heimsmálini hjá ST

Í 2015 samtykti ST eina áheitan á heimsins tjóðir um at virka fyri at fremja 17 burðardygg menningarmál. Málini eru sett fyri tíðarskeiðið 2015 til 2030 og skulu seta eina greiða kós fram ímóti burðardyggari menning til gagns fyri bæði menniskju og náttúru.

Endamálið er, at hvørt landið tekur útgangsstøði í egnum veruleikum og við egnum raðfestingum virkar fyri at fremja málini. Fiskivinnan kann serliga geva sítt íkast til at gera enda á hungri (mál 2), skaffa sømiligt arbeiði til øll (mál 8), viðvirka til burðardygg nýtslu- og framleiðslumynstur (mál 12), varðveita lív í havi (mál 14) og styrkja heimsfevnandi partalag fyri burðardyggari menning (mál 17).

Tá ST í september 2020 gjørdi støðuna upp, var lítið at rópa hurrá fyri, tá umræður burðardyggari røkt av fiskastovnum í heiminum sum heild. Tó góvu MSC góðkend fiskarí heimsfelagsskapinum vón um framgongd. Málið var upprunaliga, at allur fiskiskapur skuldi vera burðardyggur í 2020, men á nógvum økjum er støðan versnað.

Tó finnast ávís jalig tekin, sum kunnu birta eina vón. Gransking vísir, at MSC góðkend fiskarí hava gjørt veruligan mun í framgongdini mótvegis at røkka fleiri av teimum 17 Heimsmálunum. Heilt ítøkiliga geva hesi fiskarí eitt munagott íkast til at røkka 34 av teimum 167 mátunum, sum ST mátar framgongdina við.

Varðveita og á burðardyggan hátt nýta sjófeingi til burðardygga menning

Mett verður, at álvarsliga afturgongdin av fiskastovnum er steðgað, soleiðis at parturin av fiskastovnum, ið ikki verða fiskaðir burðardygt, er støðugur á 30%. Málið var annars, at fyri 2020 skuldi allur fiskiskapur verða væl skipaður og endi verða gjørdur á ovurfiskiskapi, ólógligari,  fráboðaðari og óskipaðari fiskiveiðu og oyðandi veiðiháttum.

Í dag verður áleið 12% av allari fiskiveiðu í heiminum veidd í fiskaríum, sum MSC hevur góðkent sum burðardygt. MSC hevur sett sær sum eitt framfýsið mál, at hesin partur skal økjast til ein triðing av allari fiskiveiðu. Hetta vil veruliga muna í ætlanini hjá ST  at røkka mál 14 um at varðveita lív í havinum.

ST hevur sum mál, at settar verða í verk vísindaliga grundaðar umsitingarætlanir til tess at fáa fiskastovnar at koma fyri seg aftur skjótast gjørligt. Føroyar kunnu gera veruligan mun á hesum økinum við at fáa fleiri og fleiri fiskarí góðkend sum burðardygg, tí á tann hátt vilja vit umframt at veita burðardygt veiddar fiskavørur til heimin eisini gera gagnligar royndir, sum kunnu geva vísindaligt grundarlag til onnur fiskivinnusamfeløg at skipað síni fiskarí á burðardyggan hátt.

Styrkja amboðini at verkseta og stimbra heimsfevnandi partalagið

Fyri at tað skal bera til at røkka sera framsøknu heimsmálunum, er neyðugt við heimsumfatandi samstarvi, har stjórnir, samfeløg, felagsskapir, privati geirin, ST-skipanin og onnur brúka sítt tilfeingi og sín kapital. Serliga stóran týdning hevur tað, at vit veita stuðul til menningarlond, um vit vilja, at framburðurin skal gagna okkum øll.

Ein liður í at kunna røkka málunum er, at vit hava góð hagtøl og góðar skrásetingar. Á tí økinum stendur ofta illa til í teimum fátækastu og minst mentu londunum. Her kunnu Føroyar við at skipa sín fiskiskap á burðardyggan hátt á vísindaligum hagtalsgrundarlagi vera við til at geva eitt íkast til at røkka málinum. Eisini kann føroyska fiskivinnan saman við myndugleikunum gera ein mun í fiskiveiðusamfeløgum í menningarlondum.

Tryggja burðardygg nýtslu- og framleiðslumynstur

Búskaparligur framburður byggir á framleiðslu av vørum og tænastum. Men um menningin skal vera burðardygg og vøksturin ábyrgdarfullur, er neyðugt, at vit avmarka nýtsluna av ráevnum og vandamiklum evnum eins og spill og dálking.

Alsamt fleiri lond taka undir við og gera skipanir fyri
at fylgja altjóða avtalum um dálking og nýtslu av vandamiklum tilfari. Føroyska fiskivinnan tekur eisini hesa avbjóðingar í álvara. Komandi árini verða stórar íløgur gjørdar í nýggj fiskifør, har høvi eisini verður brúkt til at avmarka nýtsluna av ráevnum og vandamiklum evnum, eins og mannagongdir verða eftirhugdar fyri at minka um spill og dálking.

Virka fyri burðardyggum búskaparvøkstri og sømiligum arbeiði til øll

Eitt av mátunum hjá ST fyri áttanda heimsmálinum er , at árligi búskaparvøksturin fyri hvønn íbúgva skal haldast í samsvari við tjóðarligar umstøður og, serliga, halda í minsta lagi 7 prosent árligan vøkstur í bruttotjóðarúrtøku í teimum minst mentu londunum. Hetta skal røkkast við tøkniligari uppstigan og nýhugsan.

Fyri 2030 skal úrtøkugott arbeiði vera til allar hendur og sømilig størv vera til allar kvinnur og menn, eisini ung fólk og fólk, ið bera brek, og sama løn skal vera fyri arbeiði, sum hevur sama virði. Lutfallið av ungdómi, sum ikki er í arbeiði, undir útbúgving ella í læru, skal minkast munandi. Rættindi arbeiðstakaranna skulu verjast, og virkað verður fyri einum tryggum og støðugum arbeiðsumhvørvi fyri allar arbeiðstakarar.

Føroyska fiskivinnan kann við nýmenning og burðardyggum fiskiskapi viðvirka til, at tað finnast loysnir upp á avbjóðingina í menningarlondum við samstundis at endurbyggja fiskastovnar og skapa úrtøkugóð størv til allar hendur. Samstundis er neyðugt at tryggja góðar arbeiðsumstøður, ið tryggja rættindini hjá sjómanninum. Hetta vilja vit eisini virka fyri.

Gera enda á hungri, bøta um føðsludygd

Hóast vit í Føroyum og Evropa sum heild tosa nógv um ovurfiti, og hagtølini vísa, at umleið 41 milliónir børn undir fimm ár eru ovurfeit, so eru 52 milliónir børn undir 5 ár avmergjað, og 155 milliónir hava fingið skatt vakstrarlag av føðslutroti. Fyri at basa hungri tørvar okkum burðardygga matvøruframleiðslu og eitt nú góðar landbúnaðarskipanir.

Ítøkilig mát eru her at fyri 2030 at enda allan hungur og tryggja øllum fólkum, serstakliga teimum fátæku og fólki, sum er illa fyri, eisini pinkubørnum, atgongd til tryggan, føðslugóðan og nóg nógvan mat alt árið.

Við átøkum til at tryggja eina burðardygga fiskivinnu sum heild vil FISF viðvirka til stóra yvirskipaða málið um at enda hungur í heiminum. Heilt ítøkiliga við at veita proteinríkan mat, men eisini við at fáa fleiri fiskarí góðkend sum burðardygg kann føroyska fiskivinnan finna varandi tøkniligar og skipanarligar loysnir til menningarlondini at verkseta í teirra matvøruframleiðslu grundað á teirra fiskastovnar.

Scroll to Top