Pressuskriv
FISF kunnar javnan almenningin um virksemi felagsins.
Pressuskrivini eru savnaði her.
Toskastovnurin undir Føroyum er undir markvirðið hjá ICES, og gongur tað útyvir MSC-góðkenningina av føroysku toskaveiðuni
16.08.2022
Fiskiskapurin eftir toski undir Føroyum missir fyribils góðkenningina frá MSC – í seinasta lagi 14. september 2022. Vit harmast um støðuna, men seinasta stovnsmetingin krevur hesa loysnina. Fyribils steðgurin í góðkenningini fær virknað frá 14. september 2022, sum merkir, at toskur veiddur eftir hendan dag ikki kann seljast og marknaðarførast sum MSC góðkendur.
Ein stórur og vaksandi partur av føroysku fiskiveiðuni er góðkendur av MSC, og tað hevur vinnan verið fegin um. Tí er tað eisini sera keðiligt, at MSC-góðkenningin av toskafiskiskapinum nú verður steðga bert eitt ár eftir, at toskafiskiskapurin bleiv góðkendur.
Veiðan eftir toski hevur fylgt ásettu leiðreglunum í umsitingarætlanini, har føroysku myndugleikarnir eisini hava tikið avleiðingarnar av tilmælunum frá ICES og lækkað talið av fiskidøgum. Men tíverri er seinasta stovnsmetingin sera lág, tí livir fiskiskapurin ikki upp til strongu krøvini í standardinum hjá MSC, tá metti gýtingarstovnurin er undir markvirðið hjá ICES.
Ov lítil gýtingarstovnur er orsøk fyri suspensión
Seinasta stovnsmetingin frá ICES vísir, at gýtingarstovnurin hjá toskinum undir Føroyum er á einum lágum støði. Stovnurin verður mettur at vera undir markvirðið, sum lívfrøðiliga ráðgevingin hjá ICES metir, sum forsvarliga í mun til burðardygga fiskiveiðu.
Stovnsmetingarnar verða gjørdar árliga, tí má fiskivinnan nú vápna seg við toli fyri at fáa MSC-góðkenningina aftur. Havstovan ger í løtuni yvirlitstrolingar undir Føroyum. Úrslitini av hesum kanningum verða síðani viðgjørd og liggja til grund fyri nýggjum metingum av stovnunum í heyst. Møguligt er at fáa MSC góðkenningina av toskafiskiskapinum aftur, tá stovnsmetingarnar hjá Havstovuni/ICES vísa at gýtingarstovnurin aftur er komin á eitt nøktandi støðið.
Nordic Sustainable Fisheries Initiative
18.03.2024
Samstarv millum hesi feløg í útnorðuri
- Sustainable Fisheries Greenland (SFG)
- Iceland Sustainable Fisheries (ISF)
- Norges Fiskarlag
- Faroe Islands Sustainable Fisheries (FISF)
Gransking og vinna á felags fiskivinnustevnu
Tað var ein sera væl vitjað Fiskivinnustevna, sum FISF saman við Havstovuni skipaði fyri tann 31. januar 2022. Tey yvir 100 luttakandi fingu eina støðumynd av gongdini í vinnuni og seinastu granskingini.
“Hetta verður óiva eitt afturvendandi tiltak hjá okkum og Havstovuni” sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK og nevndarformaður í FISF, nú Fiskivinnustevnan 2022 eydnaðist so væl. “Vit hava ein felags áhuga í at deila vitan og royndir um støðuna hjá fiskastovnunum og útlitunum fyri fiskiveiðuni, tí er tað sera gagnligt hjá vinnuni á henda hátt at fáa innlit í granskingina á Havstovuni.”
Granskarar á Havstovuni lýstu í fleiri framløgum á Fiskivinnustevnuni støðuna og útlitini fyri pelagisku fiskastovnarnar og botnfiskastovnarnar undir Føroyum. Umboð fyri fiskivinnuna lýstu somuleiðis marknaðarstøðuna og vaksandi krøvini til burðardygga fiskiveiðu. Eisini luttók umboð fyri DNV og Burðardygt Vinnulív við framløgu um altjóða krøv til burðardygga fiskiveiðu.
Sjóneykan bleiv soleiðis sett á, hvussu treytirnar í føroyskari fiskivinnu eru broyttar seinastu árini, og hvussu føroysk fiskivinna og umsiting laga seg til broytingarnar. Ráðstevnan savnaði eina breiða umboðan frá vinnuni, granskingarumhvørvinum umframt politisku skipanini til at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna.
Á ráðstevnuni vóru nógvir fyrilestrar, hvørs framløgutilfar er tøkt her á heimasíðuni hjá Havstovuni.
Fiskivinnustevnan endaði við einum panelkjaki við luttøku av Duritu í Grótinum, stjóri í FISF, Eilifi Gaard, stjóri á Havstovuni og Gisla Gislason, umboð fyri MSC.
Forvitnislig fiskivinnustevna
10.01.2022
Saman við FISF skipar Havstovan fyri ráðstevnu tann 31. januar á Hotel Føroyum undir yvirskriftini “Framtíðar føroysk fiskivinna: Møguleikar og avbjóðingar”. Á ráðstevnuni fara granskarar á Havstovuni og umboð fyri vinnuna at hava framløgur um støðuna og útlitini fyri eini burðardyggari føroyskari fiskivinnu.
Sjóneykan verður sett á, hvusssu treytirnar í føroyskari fiskivinnu eru broyttar seinastu árini, og hvussu føroysk fiskivinna og umsiting laga seg til broytingarnar. Ráðstevnan savnar eina breiða umboðan frá vinnuni, granskingarumhvørvinum umframt politisku skipanini til at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna.
Á fiskivinnustevnuni í ár vera heili 17 framløgur um pelagiska fiskiskapin, botnfiskin undir Føroyum og altjóða krøv til burðardygga fiskiveiðu. Eitt nú fer Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, at greiða frá útlitunum fyri strandalandasemjum um veiðuna eftir uppisjóvarfiski og umboð fyri Havstovuna fer at lýsa støðuna og útlitini fyri pelagisku fiskastovnarnar. Eisini fara umboð fyri Havstovuna at lýsa støðuna hjá botnfiskastovnum undir Føroyum, og fleiri umboð fyri fiskivinnuna fara at lýsa marknaðarstøðuna og útlitini fyri ymsu botnfiskasløgini.
Fiskivinnan hevur í nógv ár arbeitt miðvíst við at skjalfesta føroyska fiskiveiðu sum burðardygga. Eitt nú hevur hetta verið gjørt eftir standardinum hjá Marine Stewardship Council (MSC). Í fjør tók føroyska fiskivinnan enn eitt stig á burðardyggu leiðini og stovnaði felagið FISF til at røkja hesi áhugamálini og fremja hetta týdningarmikla virksemi. Fiskiveiðan eftir fleiri fiskasløgum er longu góðkend av MSC sum burðardygg, og arbeitt verður við at fáa fiskiveiðuna eftir enn fleiri fiskasløgum góðkenda. Umboð fyri FISF, MSC og DNV hava á ráðstevnuni framløgur um altjóða krøvini til burðardygga fiskiveiðu. Eisini kemur Ana Holden-Peters frá Burðardygt Vinnulív at hugleiða um, hvussu burðardyggur fiskiskapur sampakkar við heimsmálini hjá Sameindu Tjóðum um ein burðardyggan heim í 2030.
Skráin er her.
Tilmelding fer fram á www.advent.fo/projects.
Tilmæli í tráð við umsitingarætlan
14.12.2021
Havstovan hevur latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2022 er latið. Við støði í umsitingarætlanini frá 6. mai 2019 mælir Havstovan til, at tillutaðu fiskidagarnir fyri Bólk 2 (lemma- og partrolarar) verða øktir við 5% og fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 (lína, snella, trol á landleiðini) verða skerdir við 5%.
Tilmælið kann lesast á heimasíðuni hjá Havstovuni.
Veiðan eftir toski og hýsu MSC góðkend
01.09.2021
Eftir eina drúgva tilgongd, har fleiri altjóða serfrøðingar hava eftirhugt fiskiveiðuna eftir toski og hýsu undir Føroyum, hevur MSC endaliga góðkent fiskiskapin sum burðardyggan. Avgerandi fyri góðkenningina er, at fiskimálaráðharrin hevur sett í verk eina umsitingarætlan til áseting av talinum av loyvdum fiskidøgum.
At føroysku fiskivinnumyndugleikarnir í 2020 valdu at seta í verk skipan við eini umsitingarætlan fyri áseting av fiskidagatalinum, har lurtað verður eftir tilmælunum frá fiskifrøðini, er avgerandi fyri, at MSC nú hevur góðkent føroysku fiskiveiðuna eftir toski og hýsu sum burðardygga. Tað sæst í frágreiðing, sum altjóða fiskiveiðuserfrøðingarnir hjá MSC hava greitt úr hondum.
Nýggja góðkenningin er ein víðkan av verandi MSC góðkenning av fiskiskapinum eftir longu og brosmu undir Føroyum. Skilt verður vanliga millum treytaleysar og treytaðar góðkenningar hjá MSC. Í hesum føri er talan um treytaða góðkenning, har avgerðandi treytin frá MSC snýr seg um at fáa altjóða serfrøðingar at eftirmeta útrokningargrundarlagið fyri stovnsmetingunum. Um eftirmetingin vísir á tørv á ábøtum, má ætlanin endurskoðast fyri at røkka málunum hjá MSC fyri burðardygga veiðu eftir hýsu og toski.
Arbeitt verður støðugt við at møta hesum kravið, soleiðis at góðkenningin verður treytaleys.
Føroysk fiskivinna hevur í nógv ár merkt avmarkingar fyri sølu á altjóða marknaðinum av fiskaúrdráttum úr toski og hýsu veidda undir Føroyum. Fleiri og fleiri keyparar – serliga stóru innkeypsketurnar – seta krøv um burðardyggan fiskiskap, tá tey velja veitarar av fiskavørum. Tí hevur tað havt ítøkiligar fíggjarligar avleiðingar fyri føroyska fiskaútflutningin, at teir kræsnastu kundarnir hava sýtt fyri at keypa fiskaúrdráttir úr toski og hýsu veidda undir Føroyum, tá hesin fiskiskapur ikki hevur havt nakra altjóða góðkenning.
Nú fiskiskapurin eftir toski og hýsu hevur fingið MSC góðkenning, fáa føroyskir fiskaseljarar atgongd til fleiri nýggjar marknaðir og keyparar, ið kunnu væntast at rinda ein hægri prís fyri vøruna enn á verandi marknaðum. Tað er eyðsæð gott fyri bæði føroyskan útlfutning og føroysku fiskivinnuna sum heild. Sambært góðkenningini frá MSC er allur toskur og hýsa veidd eftir 9. juni 2021 nú altjóða góðkendur sum burðardygt veiddur fiskur.
Fiskivinnan fegnast um nýggju møguleikarnar
”Í vinnuni hava vit miðvíst arbeitt fram ímóti, at føroysku myndugleikarnir tillagaðu føroysku fiskiveiðuumsitingina til at vera burðardygga sambært altjóða forskriftum” sigur Hanus Hansen, nevndarformaður í Faroe Islands Sustainable Fisheries (FISF), ið fyrr í ár bleiv stovna av vinnuni til at taka sær av altjóða góðkenningum av føroyskari fiskiveiðu. ”Tí fegnast vit nú saman við føroysku myndugleikunum um, at miðvísa arbeiðið ber ávøkst til gagns fyri føroyskan útflutning og samfelagið sum heild.”
Í juli 2020 boðaði Jacob Vestergaard alment frá, at føroysku fiskiveiðumyndugleikarnir framyvir fóru at fylgja eini umsitingarætlan í árligu ásetiningini av fiskidøgum. Hetta bleiv ítøkiliga ásett í kunngerð lýst í desember 2020, sum eisini ásetti fiskidagarnar fyri 2021. Sostatt valdi fiskimálaráðharrin at fylgja tilmælinum frá einum samdum arbeiðsbólki umboðandi bæði vinnuna, Havstovuna og myndugleikarnar.
”Mál okkara er at røkja fiskastovnarnar undir føroyskum ræði á ein slíkan hátt, at komandi ættarlið kunnu fáa eins stórt gagn av sjófeinginum sum verandi ættarlið” sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri. ”Tí valdi eg í fjør at seta í verk skipanina við eini umsitingarætlan fyri hvørt fiskaslag, har vit á ein skipaðan hátt fylgja tilmælunum frá lívfrøðini við tí fyri eyga at troyta fiskastovnarnar á ein burðardyggan hátt. At vit longu nú kunnu heysta ágóðarnar av hesum átakinum er at fegnast um. Hetta er til gagns fyri allar partar, tá heimurin hevur brúk fyri burðardygt veiddum fiskavørum, meðan vit hava brúk fyri inntøkunum frá fiskaútflutninginum.”
MSC góðkenning byggir á greiðar meginreglur
Altjóða felagsskapurin Marine Stewardship Council arbeiðir fyri at fremja eina ábyrgdarfulla fiskivinnuumsiting og burðardyggar mátar at varðveita fiskivinnusamfeløg í framtíðini. Meginreglurnar handan MSC-góðkenningina byggja á leiðreglurnar fyri ábyrgdarfullan fiskiskap, sum ST-felagsskapurin FAO virkar eftir. Við at velja fiskavørur við MSC-merkinum stuðlar brúkarin fiskiskapi, ið verjir havumhvørvi okkara og eggjar øðrum at gera tað sama. MSC-góðkenningin byggir á tríggjar meginreglur: (1) Fiskiveiðan skal vera burðardygg fyri stovnin. (2) Atknýtta vistskipanin skal varðveitast. (3) Fiskiveiðuskipanin skal liva upp til hóskandi krøv.
Gisli Gislason frá MSC greiðir soleiðis frá tilgongdini at fáa føroysku veiðuna eftir toski og hýsu góðkenda:
”Føroyska fiskivinnan vendi sær til okkum í 2019 fyri at fara undir tilgongdina at fáa fiskiskapin góðkendan sum burðardyggan eftir altjóða forskriftum. Bakgrundin var, at føroysku myndugleikarnir høvdu avgjørt at fylgja eini umsitingarætlan í ásetingini av talinum av fiskidøgum. Á henda hátt hevur føroyska samfelagið valt at fylgja tilmælunum frá serfrøðini í røktini av fiskastovnunum. Okkara serfrøðingar hava eftirhugt hagtølini, tilmælini og fiskivinnuumsitingina í mun til tær tríggjar meginreglurnar hjá MSC. Tilgongdin hevur verið drúgv, men nú eru vit komin á mál og hava góðkent fiskiveiðuna sum burðardygga. Eg eri eisini fegin um, at føroyska fiskivinnan hevur valt at skipað seg í einum felag, FISF, sum fæst við altjóða góðkenningar av burðardygd. Hetta fer heilt vist at styrkja menningina og vitanardeilingina í føroyskari fiskivinnu.”
Vegna føroyska fiskivinnu varar FISF av teim altjóða góðkenningunum og hevur soleiðis eisini staði fyri tilgongdini við at fáa føroyska fiskiveiðu eftir toski og hýsu góðkenda av MSC. Durita í Grótinum er stjóri í FISF.
”Vit hava havt eitt fyrimyndarligt samstarv við MSC, hóast tey eisini seta nógv formlig krøv til fiskiskapin og fiskivinnuumsitingina” sigur Durita í Grótinum, stjóri í FISF. ”At vit eru komin á mál við góðkenningini skyldast millum annað, at føroysku fiskiveiðumyndugleikarnir lurta eftir serfrøðini við at seta í verk eina umsitingarætlan. Framyvir verður tað tí uppgávan at fylgja umsitingarætlanum fyri ymsu fiskasløgini, soleiðis at vit eisini varðveita MSC góðkenningina, tá felagsskapurin javnan kemur at skoða okkara fiskiveiðuumsiting. Eisini hevur tað havt avgerandi týdning, at vit í Havstovuni hava fremstu serfrøði á altjóða støði, sum skapir vísindaligt trúvirði um føroysku fiskivinnuumsitingina.”
Fiskivinnan stovnar FISF
01.06.2021
Í nógv ár hevur føroyska fiskivinnan samstarva um at fáa altjóða góðkenning av føroyska fiskiskapinum sum burðardyggan. Nú hevur fiskivinnan tikið enn eitt stig á burðardyggu leiðini og stovna felag til at røkja hetta virksemi og røkka framfýsnum málum.
FISF er felag hjá føroysku fiskivinnuni, hvørs endamál er at gera fiskavørur frá burðardyggum fiskiskapi meira atkomiligar fyri heimsins tilvitaðu forbrúkarar. Ítøkiliga vil felagið virka fyri at fáa altjóða góðkenningar av føroyskum fiskiskapi sum burðardyggan og fremja neyðug átøk í vinnuni til tess at røkka hesum. Ein fortreyt fyri hesum virksemi er, at føroyska granskingarumhvørvið, serliga Havstovan, áhaldandi veitir nøktandi hagtalsligar greiningar av støðuni hjá fiskastovnunum.
Virksemi snýr seg um burðardygd
Í Føroyum hevur fiskivinnan í stóran mun valt at latið felagsskapin Marine Stewardship Council (MSC) borga fyri altjóða góðkenning og yvirvøku av fiskiskapi okkara. Við at velja fiskavørur við MSC-merkinum stuðlar brúkarin fiskiskapi, ið verjir havumhvørvi okkara og eggjar øðrum at gera tað sama. MSC-góðkenningin byggir á tríggjar meginreglur: (1) Fiskiveiðan skal vera burðardygg fyri stovnin. (2) Atknýtta vistskipanin skal varðveitast. (3) Fiskiveiðuskipanin skal liva upp til hóskandi krøv.
Gisli Gislason frá MSC hevur verið samstarvsfelagi hjá føroysku fiskivinnuni øll árini:
”Í Grønlandi, Íslandi og Noregi skipaði fiskivinnan seg í felag í samstarvinum við MSC, meðan vinnan í Føroyum hevur brúkt MSC hvør sær. Á tiltaki hjá Fiskivinnugransking í 2013 nevndi eg í eini framløgu hugskotið, at vinnan í Føroyum kundi skipað virksemi við burðardygd í eitt felag fyri øll í fiskivinnuni. Eg eri sera fegin um, at føroyska fiskivinnan nú hevur valt at skipað seg í einum felag, sum fæst við altjóða góðkenningar av burðardygd. Hetta fer at styrkja menningina og vitanardeilingina í føroyskari fiskivinnu.”
Myndin lýsir tær tríggjar meginreglurnar, sum MSC arbeiðir eftir í sínum góðkenningum.
Higartil hevur MSC givið føroyskari fiskiveiðu fleiri góðkenningar, millum hesar eru: Fiskiskapinum eftir toski, hýsu og upsa í Barentshavinum (í 2012), upsafiskiskapin undir Føroyum (í 2013) og fiskiskapin eftir longu og brosmu undir Føroyum (í 2018). Fiskiskapurin eftir hýsu og toski undir Føroyum verður væntandi góðkendur í heyst.
FISF fer framyvir at standa fyri enn fleiri MSC góðkenningum av føroyskari fiskiveiðu, bæði at røkja verandi og at fáa nýggjar góðkenningar. Í løtuni verður arbeitt við at fáa eina MSC góðkenning av fiskiskapinum eftir toski og hýsu undir Føroyum, og væntar FISF at koma á mál við hesi góðkenning seinni í ár. Eisini er gongd í verkætlan at fáa eina MSC undangóðkenning av fiskiskapinum eftir reyðsprøku og tungu í føroyskum sjógvi.
Felagið er skipað við ráð og nevnd
Felagið hevur eitt ráðgevandi ráð við umboðum fyri luttakandi fyritøkurnar. Umboðini eru: Jens Pauli Petersen, Faroe Origin, Magnus Jespersen, Delta Seafood og TG Seafood, Jógvan Hansen, Kósin, Fiskavirkið (PRG), Pall Gregersen, Vaðhorn, Jógvan Gregersen, Martin Olsen, Sandoy Seafood, Joen Magnus Rasmussen, Tavan, Eirikur á Húsamørk, Faroe Marine Products (FMP). Landingarmiðstøðirnar: Elsubeth Poulsen, NFCS í Klaksvík, Pole Joensen, Barðið í Tórshavn, Danial Hansen Bátafiskur á Eiði, Niclas Davidsen, Landingarmiðstøðin á Toftum, umframt landingarmiðstøðirnar hjá omanfyri nevndu virkjum. Og frá hesum sølufeløgum: Eydnar á Roykheyggi, Nevið Fiskaeksport, Regin Mikkelsen, Rainbow Seafood og Bjarne Benedikt Petersen, Atlantic Seafood. Frystilínuskipini eru øll við, tey eru Eivind, Jákup B, Jógvan I, Kambur, Klakkur, Pison, Polarstjørnan, Stapin og Vesturhavið. Harumframt verksmiðjutrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus og Sjúrðarberg, sum fiska botnfisk í Barentshavinum.
Aðrar fyritøkur eru vælkomnar at gerast partur av FISF, um tær ynskja at handfara MSC góðkendan fisk.
Ráðið skal hoyrast og verða við til at leggja ætlanir fyri virksemi felagsins, serliga viðvíkjandi góðkenningum av øðrum fiskasløgum, sum enn ikki eru góðkend.
Nevnd felagsins hevur havt sín fyrsta regluliga fund. Nevndin er mannað av Hanus Hansen, Anfinn Olsen, Alfred Petersen og Jan Højgaard. Hanus Hansen er nevndarformaður. Stjóri felagsins er Durita í Grótinum, sum er matvøruverkfrøðingur og hevur drúgvar royndir í føroysku fiskvinnuni. Stovnarar felagsins eru Framherji og JFK.
Meira kunning um virksemi felagsins og um MSC er á heimasíðu felagsins, www.fisf.fo.
Nærri upplýsingar kunnu eisini fáast við at venda sær til Duritu í Grótinum, stjóra, á fartlf 555453.